Festiskipanin

Hvat veitst tú um festiskipanina? Visti tú?:

-at ein festari hevur skyldu til at:

rinda øll gjøld, sum hvíla á festinum, t.d. rentur og avdráttir og tryggingar

viðlíkahalda allar festiognir við egnum pengum, meðan hann situr við festinum

lata festi aftur í minsta lagi í sama standi, hann tók við tí

búgva í somu oyggj sum festi er

at hava góðkenda landbúnaðarútbúgving

-at ein festari ikki kann:

leiga festi, hann situr við, út til annan persón

selja jørð av festinum

selja bygningar á festinum til annað endamál

veðseta festibrævið til annað endamál enn garðsraksturin

yvirtaka ognir, sum eru fíggjaðar av festikontu, uttan at gjalda tann partin aftur, ið er yngri enn 25 ár

 

-at ein festari kann:

avgera hvør tekur við festinum eftir hann

yvirtaka bygningar á festinum við at rinda fyri grundøkið og við at halda fram at gjalda møguligt restlán

yvirtaka aðrar ognir á *festinum við at rinda fyri tær

søkja um at fáa pening av festikontu, um nøkur slík er til festi

leggja raksturin av festinum í partafelag ella smápartafelag, um hann sjálvur eigur alt felagið og er stjóri í felagnum

sita við fleiri festum í somu markatalsbygd

 

-at festararnir sjálvir ella undanmenn hansara hava bygt festigarðarnar til tað teir eru við til dømis at:

byggja og gjalda fyri festihús og bygningar

halda festi í góðum standi fyri egna rokning

halda innstøðuna á festinum, seta við ella keypa nýtt fyri egnan pening

· dyrka jørðina upp úr nýggjum fyri egna rokning minus ca 1/3 í stuðli, sum er sami stuðul, sum óðalsmenn fáa

· gera vegir á festinum fyri egna rokning minus kr. 400 pr. metur í stuðuli, sama sum óðalsmenn fáa

· røkta bø, haga og tey lunnindi, sum hoyra til festi fyri egna rokning

 

-at Búnaðarstovan (landsstýrismaðurin) skal:

· góðkenna nýggjan festara (útbbúgving, bústaður, annað festi otl.)

· góðkenna veðseting av festibrævinum

· góðkenna veðseting av ognum, sum festarin hevur yvirtikið eftir §6

· boða Búnaðargrunninum frá, áðrenn góðkenning av veðseting av festibrævi

· taka avgerðir um samanlegging og/ella sundurskiljing av festi/festum

· góðkenna øll leigumál, sum festarin ger við triðjamann

 

-at Búnaðarstovan (landsstýrismaðurin) kann:

· nokta festara at yvirtaka ognir á festinum við at gjalda fyri grundøki

 

Hesin listi er ikki úttømandi, men bert ætlaður sum vegleiðandi til fólk við áhuga fyri festiskipanini.

Undir hesi leinkju: www.logir.fo/system/foframe.htm finnur tú lógina um landsjørð. Vel Vinna og síðani búnaðarviðurskiftir.

Landbúnaður

 

 

Visti tú tað, um landbúnaðin?

 

Um seyð:

Tað eru o.u. 70.000 seyðir í Føroyum

 

Um seyðakjøt:

At í 1960 skuldi ein arbeiðsmaður arbeiða 22 tímar fyri at vinna fyri eitt krov

At í 1985 skuldi ein arbeiðsmaður arbeiða 11 tímar fyri at vinna fyri eitt krov

At í 1995 skuldi ein arbeiðsmaður arbeiða 9 tímar fyri at vinna fyri eitt krov

At í 2000 skuldi ein arbeiðsmaður arbeiða 9 tímar fyri at vinna fyri eitt krov

 

Um neyt

Tað eru o.u. 40 mjólkneytabóndur sum framleiða alla tað føroysku mjólkina

Tað eru o.u. 1.200 mjólkkýr í føroyum

Tað verða framleidd 7.100 tons av mjólk árliga

Hvør kúgv mjólka í meðal o.u. 6.200 litrar árliga

Ein meðal garður hevur 17 kýr og framleiðir í meðal góð 100 tons av mjólk árliga

 

Um mjólk

Mjólkarnýtsla pr. íbúgva

Hvør føroyingur brúkar í meðal o.u. 124 litrar av mjólkarvørum um árið

Hvør norðmaður brúkar í meðal o.u. 147 litrar av mjólkarvørum um árið

Hvør íslendingur brúkar í meðal o.u. 183 litrar av mjólkarvørum um árið

Hvør dani brúkar í meðal o.u. 133 litrar av mjólkarvørum um árið

 

Mjólkarprísur

At í 2003 skal ein arbeiðsmaður arbeiða 21 tímar fyri 124 litrar av mjólk sum er eitt miðal ársforbrúk

 

Um L/F Meginfelag Búnaðarmanna

MBM byjaði at viðgerða mjólk fyrstu ferð hin 1. apríl 1980

MBM umsetur í dag fyri 92 mill kr. árliga

Tað arbeiða o.u. 42 fólk hjá MBM

Mjólkarvirki í Hoyvík framleiðir 27.000 litrar av mjólk hvønn yrkadag

 

Um landbúnaðarstuðul, hvørjaferð:

-ein føroyskur bóndi fær 100 kr. í stuðuli fær ein norskur bóndi 433 kr. í stuðuli

-ein føroyskur bóndi fær 100 kr. í stuðuli fær ein íslendskur bóndi 691 kr. í stuðuli

-ein føroyskur bóndi fær 100 kr. í stuðuli fær ein danskur bóndi 253 kr. í stuðuli

 

Fyrsti traktorurin sum kom til Føroyar

Tann fyrsti sum innflutti ein traktor til Føroyar var Karina Samuelsen í Kirkjubø og bróður hennara Jóan Jakku Samuelsen. Tað var ein Ferguson traktorur og tað varð antin í 1952 ella 1953.

Kelda: Sverri Patursson

 

Maskinstøðin

Í 1955 stovnaðu Viggo Lützen, Magnus Tórsheim og Jens Hendrik Djurhuus maskinstøð. Nakað eftir stovnanina yvirtók Viggo Lützen alla fyritøkuna einsamallur. Maskinstøðin innflutti landbúnaðarmaskinur so sum traktorarm, frasarar o.tl. Traktorarnir vóru av slagnum Ferguson. Teir fyrstu vóru bensin men skjótt komu teir vælumtóktu Ferguson 35 diesel sum vit enn tann í dag í dag síggja her og har í landinum.

Kelda: Kára Lützen

 

Alt samskifti við felagið gongur ígjøgnum formannin. Sigert Patursson, Vatnaskarðar 30, Hoyvík, tlf: 214709, teldupostur: sigert@bondi.fo